Skráin fyri G! Festivalin í Syðrugøtu í summar er nú komin somikið langt, at dagur er settur á nær tey ymsu tónleikanøvnini fara at spæla.
Hósdagin verða nøvnini hesi: Phlake (DK), Greta Svabo Bech (FO), Noah Carter (DK), SHHT (BE), Jasmin (FO), Bodypaint (FO) og Beinir (FO).
Fríggjadagin: Vök (IS), Eivør (FO), Týr (FO), Joipe X Kroli (IS), Yaeger (SE), Marius Ziska (FO), Joe & the Shit Boys (FO), Rebekka Petersen (FO), Lunacci & the Lunatics (UK).
Leygardagin: Fatboy Slim (UK), Lewis Capaldi (UK), Emmsje Gauti (IS), Ferris & Sylvester (UK), Jógvan (FO), Hans Andrias (FO), Sangløta.
Talan er um skrálegging í høvuðsheitum. Klokka og pallur er ikki sett á enn, og ætlanin er at fleiri nøvn afturat koma á skránna, sigur G! Festivalurin í tíðindaskrivi í dag.
Fyrr í dag kundi G! eisini avdúka hvørji tiltøk verða á serliga pallinum á G!, sum kallast Fjósið. Talan er um eitt virkandi fjós, sum nakrar dagar á hvørjum ári verður umskapað til eitt serstakt rúm við fjølmentaðum framførslum.
Fjósið bjóðar eitt altjóða lið av listafólki og framførslum. Skráin umfatar m.a. disking, yrkingaupplestur, fólkatónleik, leiklist, matlist, beinleiðis podcast, metalnátt, guðstænastu, yoga, film, kjak, zineklubb, fyrilestrar og alt tað, ið liggur har ímillum.
Meira um innihaldið í Fjósinum sæst á heimasíðuni
G! Festivalurin verður í døgunum 11., 12. og 13. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald