
Minni enn eina viku eftir jarðarferðina hjá Jógvani S. Rasmussen, høvuðskokki og verti í Áarstovu, komu enn eini deyðsboð um at eitt kent andlit í matstovuvinnuni í Havn hevur lagt árarnar inn.
John Mikkelsen, tænari, vínserfrøðingur og vertur ‘par excellence’ gjørdist einans 50 ára gamal.
Tey allar flestu, sum hava vitjað eina av matstovunum í Gongini ella ‘heima í Havn’ vita hvør John Mikkelsen var, og hava uppliva professionella blíðskapin, sum var hansara vørumerki.
Í dag savnaðist stórur hópur av núverandi og fyrrverandi starvsfeløgum hjá John til eitt minningarhald, ið varð hildið í matstovuni Hvonn á Hotel Tórshavn, sum var fylt upp til síðsta stól og væl tað.
- Vit hava mist tann besta innan sítt fak. Ikki bara hjá okkum, men í øllum Føroyum, segði Jóhannes Jensen, tá hann orðafáur bjóðaði vælkomin. Orðafáur, tí hann segði seg ikki kunna halda nakra røðu í hesi støðu, men hann fekk staðfest, at John Mikkelsen var tann besti tænarin og verturin, sum hevur virkað innan føroyska matstovuvinnu – nógv tann besti innan sítt fak.
John Mikkelsen small um á veg heim frá arbeiði á Hotel Tórshavn mánakvøldið. Varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men vaknaði ongantíð aftur. Hann andaðist tíðliga týsmorgunin.
Ávirkan á nógv fólk
Tað er greitt, at John hevur havt sína ávirkan á nógv fólk, sum hava virkað innan matstovuvinnuna í Havn. Huglagið á Hvonn seinnapartin var tungt. Og eisini ófatiligt, at starvsfólkini hjá Gist & Vist skulu uppliva hetta aftur so stutt eftir at tey høvdu havt eitt líkandi minningarhald í Áarstovu fyri bert gott tveimum vikum síðani.
Les eisini: Ein smeitur fyri matstovuvinnuna
Aftur hesaferð var tað Hanus í Gørðum, fongsuls- og sjúkrahúsprestur, sum var komin at siga nøkur uggandi orð til starvsfólk og familju, og hann eggjaði teimum, sum vóru til staðar um at seta orð á hvussu persónurin var, sum tey nú syrgja og minnast.
At seta orð á minnini er ein góður máti av arbeiða seg úr sorgini og skelkinum, sum ein kann koma í í slíkari støðu, vísti presturin á.
Semja er um, at John var ein fryntligur persónur, hvørs aðalmál var, at øll skuldu kenna seg væl, sum komu til hansara at hugna sær. Hann hevði ans fyri tí einstaka gestinum og dugdi sera væl at fáa fólk at kenna seg væl og vælkomin.
Hann fekk eisini rós fyri at hava verið ein góður leiðari. “Onki problem”, plagdi hann at siga, lættur á lyndi. Hann dugdi at fáa tingini at glíða vístu starvsfelagarnir á. Tey minnast hann eisini sum ein leiðara í dugdi at fáa starvsfólkini at kenna seg væl. Minti tey á at slappa av, eisini tá tað var allar mest at gera á matstovuni.
John Mikkelsen var tænari og vertur á øllum matstovunum heima í Havn, mest tó í Áarstovu. Hann hevði eisini ábyrgdina av víngoymsluni, og man eisini vera millum tey fakfólk í Føroyum, ið hava tilognað sær størstu vitan um vín yvirhøvur.
(Mynd: Hanna Vang)
Fyri John var tað eisini ein stórur heiður, tá Áarstova fyri nøkrum árum síðani ognaði sær eina heila tunnu av framúr fronskum Bourgogne víni, keypt á kendu vínuppboðssøluni Hospice de Beaune, høvuðsbýnum í kenda franska vínøkinum. Tí á etikettunum á fløskunum stendur “Acquéreur: Áaarstova – John Mikkelsen”, sum merkir at tað er tappað serliga til navnfræma víntænaran í Áarstovu.
Les eisini: John fingið dýrabarar dropar í varðveitslu
Fyri knøppum ári síðani gavst John í starvinum sum vertur í Áarstovu, og lat henda kjansin yvir til Jógvan S. Rasmussen, sála. Hesa seinastu tíðina hevur John ístaðin virkað í móttøkuni á Hotel Tórshavn í Vágsbotni.
Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni.
-
(Mynd: Birgir Kruse)
-
Bent Christensen og John Mikkelsen tá John varð valdur til serligt ikon innan føroysku matstovuvinnuna av Den danske Spiseguide (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Birgir Kruse)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald