Mentan

- Hetta kann vera ein vinnarasangur

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er vís í, at hon kann standa seg væl til Eurovison, um tað ber á mál í Herning. Einki verður tó tikið fyri givið, og hava nógvir íbúgvar á Oyrasundi hoyrt partar av Hallucination í longri tíð

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen. Beint nú fylla samrøður og annað nógv hjá havnarkvinnununi, sum í morgin sleppur at uppliva Jyske Bank Boxen í Herning - til barna MGP. - Tá fer tað kanska meira at ganga upp fyri mær, hvat eg havi sagt ja til (Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen. Beint nú fylla samrøður og annað nógv hjá havnarkvinnununi, sum í morgin sleppur at uppliva Jyske Bank Boxen í Herning - til barna MGP. - Tá fer tað kanska meira at ganga upp fyri mær, hvat eg havi sagt ja til (Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)

2025-02-21 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg syngi meira enn eg tosi, og tað skal eitt sindur til.

Soleiðis heldur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skemtandi fyri hendan sólríka fyrrapartin í Keypmannahavn Portalurin hevur sett henni stevnu í blokki K á Oyrasundskolleginum. Hetta er ein av stóru betongblokkunum í størsta føroyska bílinginum uttanfyri Føroyar.

Í hesum blokkinum hevur Sissal, sum dagliga nýtir navnið Jóhanna men í tónleikahøpi brúkar sítt "fyrsta fornavn", sungið Hallucination aftur og aftur seinastu mongu mánairnar. Havnarkvinnan venur nógv - eisini í sínari íbúð har Sissal býr saman við unnustanum og sínum tveimum børnum.

Í prátinum við Portalin setur komandi Melodi Grand Prix-luttakarin orð á, hvussu nógv tónleikur hevur fylt í lívi hennara, og hvussu tann parturin sampakkar við lívið annars. Millum annað tað at lesa til lærara ið Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen ger her í Keypmannahavn.

Alt frá Nósa Barnaprix til Ársins songrødd til fýra stórar sangleikir í Føroyum - millum annað Grease har hon hevði stóran leiklut.

Nú er tað meira "teldukendur" tónleikur heldur enn tað meira organiska, og tað er tað, sum Sissal helst vil. Nú til Melodi Grand Prix er tað skrúað nakað upp fyri syntisaisaranum, og "Euro Pop"-ljóðið skínur ígjøgnum. Og jú; tað hevur sjálvandi ávísan íblástur frá "Euphoria" hjá svensku Loreen. 

Hallucination hjá føroysku songkvinnuni er longu samanborin við vinnarasangurin hjá 2012 av mongum. Eyðkendi Eurovision-sangurin er nakað, sum so nógv fara aftur til, tá ein slíkur sangur skal skrúvast saman. Sissal skilir samanberingarnar men vísir eisni á munirnar.


Sangurin hjá føroysku Sissal, sum hon um átta dagar skal framføra í Herning

Oyrasundsbúgvin dylur ikki fyri, at hon og hennara toymi síggja teira íkast sum ein, ið avgjørt kann verða ein vinnarasangur 1. mars - og sum eitt gott umboð til sjálvt Eurovision seinni í ár. Nú snýr teg seg um at framføra Hallucination rætt í Herning, og ikki lata favorittleiklut og annað prát ávirka nógv.  

Sí eisini: Vænta at Sissal vinnur

- Tað eru sjálvandi nógvir sterkir sangir við, men tað hevði verið eitt slag av niðurlagið ikki at vunnið í Herning. Tað verður ein stór uppliving, og nógv skal gerast áðrenn og rætt til sjálva framførsluna. Eg skal royna at sannføra dómsnevnd og áhoyrar um, at "hetta er tað". Og so mugu vit taka tað sum tað er, sigur føroyingurin smílandi.

Hoyr Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen millum annað greiða frá fyrireikinginum, tað at umboða Føroyar og sínari tónleikaleið í ljóðbrotinum ovast.

Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður leygarkvøldið 1. mars. Portalurin verður á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder