Innanlands

- Soleiðis skal Vágsbotnur síggja út

Zeta Arkitektar vunnu kappingina um skipan av Vágsbotni

Møguleiki skal vera at seta skoytubreytina upp á torginum í Vágsbotni

Møguleiki skal vera at seta skoytubreytina upp á torginum í Vágsbotni

2020-06-11 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Zeta Arkitektar vunnu kappingina, sum Tórshavnar kommuna í januar skrivaði út um hvussu økið kring torgið í Vágbotni skal skipast.

Trý uppskot komu inn, og fyrrapartin var avdúkað, at Zeta Arkitakter vunnu kappingina.

Zeta hevur fyrr vunnið kappingina fyri at gera eina miðbýarætlan fyri Havnina, og teir standa eisini aftan fyri skipanini av Steinatúni og Perlugrundini frammanundan.

Dómsnevndin, sum tók støðu til innkomnu uppskotini, sigur m.a. í niðurstøðuni, at uppskotið hjá Zeta gevur møguleika til ómakaleyst at skipa og innrætta torgið til nærum eitthvørt virksemi – m.a. er lagaligt at seta nógv umrøddu skoytibreytina upp á torginum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Umframt Zeta, sendu eisini Ósbjørn Jacobsen og SNA Arkitektar uppskot inn.

Vinnandi uppskoti verður av arkitektunum kallað ”Vágsbotnur – eitt føroyskt mikrokosmos”, og dómsnevndin vísir á, at uppskotið vísir til heildarætlanina fyri býin, sum fyritøkan frammanundan, hevur gjørt.

- Hugskotið er máttmikið, tilvitað, einfalt og lætt at fata. Ein sløtt flata, eitt flísalagt “gólv”, sum á einfaldan, lætt skiljandi hátt markar økið til ávíst virksemi, smáar flísar til ferðsluøki og stórar flísar til uppihaldsøki/virksemisøki.

Lesast kann meira um uppskotini í álitinum , sum dómsnevndin hevur latið úr hondum.

Í dómsnevndini sótu býráðslimirnir Marin Katrina Frýdal (forkvinna) og Annfinn Brekkstein, uttanhýsis arkitektarnir/fakdómararnir Turið Nolsøe Mohr og Ole, Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri og Birita Wardum, býararkitektur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder