2021-08-20 18:28

Tað eru nakrir troyttir harrar, sum ganga niðan á Slættaratind og oman á Eiðisskarð, men teir orka væl og eru við gott mót.
Vit hittu teir á toppinum fyri lítlari løtu síðani, og tá høvdu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen verið í gongd í seks tímar og 24 minuttir.
- Vit eru móðir, men tað eigur man at vera, segði Jákup Petur Eliassen um støðuna.
Teir eru í gongd við sætta túrin av tilsamans 19 í hesari Everesting-royndini, sum merkir at teir ganga hæddina á Mount Everest, 8.848 metrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald