Mentan

100 næmingar á blásara og slagverksdøgum

Um vikuskiftið musikkskúlanæmingar úr øllum landinum savnaðir í Nesvík

(Mynd: Tm.fo)

(Mynd: Tm.fo)

2024-11-16 08:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin vórðu umleið 100 musikkskúlanæmingar úr øllum landinum savnaðir í Leguhúsinum í Nesvík til blásara- og slagverksdagar.

Hóast keðiliga veðrið uttanfyri, var lagið í Nesvík frálíkt.

Leygardagurin byrjar við morgunmati, sum gevur næmingunum nýggja orku til at halda áfram við venjingini. Eftir ein góðan døgurða fara tey til seinastu venjingina, áðrenn tey rudda og fyrireika seg til konsertina, sum byrjar klokkan 15.

- Her sleppa næmingarnir at vísa avrikini frá tveimum døgum við harðari venjing og tónleikagleði, og foreldur, familja og vinir fáa møguleikan at uppliva teirra stríð og ídni í eini flottari framførslu, sigur Tórshavnar musikkskúli.

Blásaradagar í Nesvík eru ikki bara venjing – tað er eisini ein serlig uppliving, har tónleikur og vinarlag koma saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder