
Julian Mikkelsen verður í dag 90 ár, og í tí sambandi hevur Kvívíkar kommuna sent honum eina heilsan á degnum.
Julian Mikkelsen býr í Kvívík, men er ættaður úr Sørvági. Julian hevur í samfull 22 ár røkt og hildið ”Útgrevsturin” við líka. Hetta hevur Julian gingið høgt uppí og gjørt tað til fulnar. Útgrevsturin hevur staðið sum eitt prýði fyri bygdina, sum nógv fólk hava vitjað.
Kvívíkingar eru stoltir av hesum vakra staði. Julian hevur røkt starvið fyri Kvívíkar kommunu. Nú hann er vorðin 90 ár hevur hann valt at siga starvið frá sær.
- Kvívíkar kommuna vil takka Juliani fyri tíðina, hann hevur røkt starvið, og ynskir Juliani hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
Dagurin var hildin saman við familjuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald