2025-06-21 18:23

Nakrar sendingar av vistfrøðiligum rosinum, sum eru seldar í føroyskum handlum verða nú afturkallaðar.
Orsøkin er, at rosinurnar hava ov høgar nøgdir av evninum ochratoxin A.
Sambært Heilsufrøðiliga starvsstovuni er eingin bráðfeingis vandi við rosinunum, men vørur við ov høgum innihaldi av ochratoxin A kunnu yvir tíð hava ein heilsuligan váða við sær og eru tær tí ikki egnaðar til matna.
Talan er um hesa vøru:
Irma Øko Thompson Rosiner 300 g
Nettovekt: 300 g
Batch nr.: 8026191; Best fyri: 16.02.2026
Batch nr.: 8026089; Best fyri: 28.01.2025
Batch nr.: 8025878; Best fyri: 09.01.2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald