Innanlands

Rosa Prestá fer frá eftir 25 ár sum leiðari

Hon hevur starvast á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka síðani síðst í 1990'unum

Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri, og Rosa Prestá (Mynd: Sunda kommuna

Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri, og Rosa Prestá (Mynd: Sunda kommuna

2025-06-20 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nógv ár hevur Rosa Prestá i á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Tey flestu árini av hesum - 25 í tali - sum leiðari

Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini hevur Rosa valt at gevast. Í hesum sambandi var almenn fráfaringarløta mikudagin, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.

Rosa hevur gjørt eitt megnar arbeiði og hevur lagt hjartað og sál í sína uppgávu. Rosa hevur víst umsorgan, tol og styrki, og er hon eisini sera arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi og hjálpsom, segði borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariassen, millum annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder