
Arbeiðið at gera nýggja bátahylin í Álakeri verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið august/september.
Tað sigur Kári Johansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð.
– Vit hava ikki heilt sett dato á enn, men væntandi verður tað tá, sigur hann við Portalin
Í nýggja bátahylinum í Álakeri verða pláss fyri 230 bátum, og verður havnin skipað við flótibrúgvum.
Økið á landi verður víðkað við 2.000 fermetrum, og brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.
Niðanfyri síggjast myndir, sum vórðu tiknar av bátahylinum herfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald