Uttanlands

Netanyahu: Hetta er søguligt

Avgerðin hjá amerikanska forsetanum um at leypa á Iran var djørv og søgulig, sigur ísraelski forsætisráðharrin

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-06-23 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avgerðin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at leypa á trý kjarnorkuverk sunnunáttina verður søgulig, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.

Les eisini: USA hevur bumbað trý kjarnorkuverk í Iran

Á einari videoupptøku, sum er deild á sosiala miðlinum X, sigur Netanyahu m.a.:

– Tillukku Trump forseti. Tín djarva avgerð um at leypa á kjarnorkuhentleikar hjá Iran við stóru megini hjá USA fer at broyta søguna.

Sambært Netanyahu hevur Ísrael sjálvt gjørt stór framstig, síðan landið leyp á Iran fyri hálvariaðru viku síðani, men USA hevur gjørt tað, sum einki annað land í heiminum kann, sigur hann sambært Ritzau.

Netanyahu sigur, at Trump hevur forðað heimsins vandamiklasta stýri í at fáa heimsins vandamiklastu vápn, og leiðsla hansara fer at slóða fyri einari framtíð við ríkidømi og friði í Miðeystri og aðrastaðni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder