
Í verkætlanini hevur Niclas Højgaard Eysturoy kannað títtleika, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum. Eisini verður kannað, um hetta er við til at fremja slitgigt handan knæskelina eins og hvørja ávirkan tað hevur á lívsgóðskuna.
Hann hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum og hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet.
Ritgerðin kallast "The Faroese Knee Cohort: An investigation of epidemiology and implications of patellar dislocation and trochlear dysplasia".
Kristoffer Barfod, professari á Københavns Universitet og serlækni í ortopedi á Bispebjerg Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Lars Blønd, yvirlækni á Aleris Hospital Søborg, og Hans-Christen Husum, granskari á Aalborg Universitetshospital, hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru:
- Adam Witten, kliniskur lektari á Institut for klinisk medicin, Københavns Universitet, og lækni á Hvidovre Hospital, formaður
- Ole Rahbæk, professari og leiðandi yvirlækni á Aalborg Universitetshospital
- Eivind Inderhaug, professari og yvirlækni á Helse Bergen og Haraldsplass Diakonale Sykehus
Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d.-verkætlanini.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald