2025-06-23 11:40

Í minsta lagi 20 fólk lótu lív, tá ein sjálvmorðsbumba brast inni í einari kirkju í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í gjár.
Talan var um Sankta-Elias-kirkjuna í Dweila-grannalagnum.
Sambært sýriska heilsumálaráðnum vórðu 52 fólk eisini særd í álopinum, og sambært sýriska innlendismálaráðnum var drápsmaðurin limur í Islamiskum Stati.
Keldur upplýsa, sambært Ritzau, at tveir mans stóðu aftanfyri álopið.
Hetta er fyrsta sjálvmorðsálopið í Damaskus, síðan fyrrverandi forsetin, Bashar al-Assad varð koyrdur frá í desember 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald