Innanlands

Articon átti lægsta boð til røktarheim

Øll hini tilboðini vóru millum 20 og næstan 40 milliónir hægri

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-02-03 09:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin var útbjóðing av byggingini av nýggja røktarheiminum á Stórubrekku og nýggjan atkomuveg.

Fimm tilboð vóru komin inn, tá freistin var farin fríggjadagin. Tað vóru Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki, sum bjóðaðu uppá arbeiðið.

Tilboðini, sum komu inn vóru:

Articon: 297.420.971,00 kr.
HVT: 327.950.467,00 kr.
J&K Petersen: 336.682.229,00 kr.
KANJON: 318.590.098,00 kr.
MTV Byggivirki: 326.912.935,00 kr.

Øll tilboðini eru uttan meirvirðisgjald og uttan fyrivarni. Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera øll innkomnu tilboðini.

Heimið á Stórubrekku fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í Tórshavnar kommunu.

Røktarheimið verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder