Innanlands

Barnagarðurin á Sandi reistur

Hart tiltrongdi barnagarðurin hjá sandingum varð reistur í gjár

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2024-12-21 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár bleiv nýggi hart tiltrongdi barnagarðurin hjá sandingum reistur. Tað skrivar Sands kommuna.

- At síggja merkið veittra yvir snotiliga bygninginum beint undan jólum, er ein gáva, sum vit í Sands bygdarráði eru so sera errin av, sigur kommunan.

Tað er Bulur sum stendur fyri arbeiðinum, tað var eisini Bulur sum bygdi nýggja skúlan fyri Sands kommunu.

Nýggi barnagarðurin á Sandi fer at hava pláss fyri umleið 100 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.

Sáttmálin fyri barnagarðin er upp á 22 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder