Innanlands

Bátar rendu saman á Bátastevnuni

Fólk flutt á Landssjúkrahúsið, men lítið fæst annars at vita frá myndugleikunum um óhappið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-16 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 16 tíðina var sum skilst ein samanstoytur millum tveir bátar á Bátastevnuni í Vestmanna.

Fleiri fólk í tí eina bátinum fingu smávegis snuddir, men frá myndugleikunum fæst lítið at vita um óhappið.

Løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um málið, men veit at siga, at sjúkrabilur var sendur á staðið, og at tyrlan eisini flutti eitt fólk á Landssjúkrahúsið. At tað var tyrlan, sum bleiv brúkt til sjúkraflutning, var eftir øllum at døma, tí ein bjargingaroynd var á skránni.

Hvussu álvarsligur skaði er, er ikki greitt í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder