Innanlands

Bommvirkið má lúta fyri býarmenningini

Myndir: Í dag hvarv ein býarmynd í miðbýnum í Havn - gamla bommvirkið hjá Restorff í Sverrisgøtu rivið niður

Eitt sermerkt við bygninginum, sum nú er rivin niður er, at tað vaks ein runnur úr skorsteinunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eitt sermerkt við bygninginum, sum nú er rivin niður er, at tað vaks ein runnur úr skorsteinunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-17 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umhvørvið kring Glade Hjørn í miðbýnum í Havn er ikki tað sama longur.

Svarti bygningurin í Sverrisgøtu, undir kondittarínum, mátti fyrrapartin lúta fyri býarmenningini. Tað er Húsavarðatænastan - byggivirkið HVT - sum eigur bygningin, og hevur aðrar ætlanir við økinum.

Upprunaliga var ætlanin at ætlanin eisini skuldi umfata Kondittaríið á sjálvum Glade Hjørn, men henda ætlan varð broytt í vár, tá Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin við varðveitslu í tonkunum.

Bygningurin, sum nú er rivin niður, er kendur sum bommvirkið hjá Frans Restorff, har kongabomm og annað søtmeti varð framleitt í síni tíð. Seinastu árini hevur verið skeinki- og matstovuvirksemi í bygninginum. Seinast skeinkistaðið Taboo.

Jens Kr. Vang gók myndirnar fyrrapartin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder