Innanlands

Brimskaðin á Nesi skal umvælast

Skaðin kom fyri nøkrum árum síðani. Í morgun vóru kavarar niðri og gjørdu fyrireikingararbeiði

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2022-08-24 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vár vórðu umvælingar og dagføringar gjørdar á lendingina og økið á Neshamri.

Síðan eru fyrireikingar gjørdar til at seta upp eitt el-spæl til smærri bátar. Eftir ætlan verður arbeiðið gjørt í komandi viku, skrivar Nes kommuna.

Eisini er avtala gjørd við arbeiðstakara um at umvæla brimskaðan á lendingina, sum kom fyri nøkrum árum síðan. Í morgun vóru kavarar niðri og gjørdu fyrieikingararbeiðið til umvælingina, sum eftir ætlan verður gjørd fyrst í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder