
Seinnapartin í gjár hevði løgreglan nakað av arbeiði av, at bilar tóku í ella rendu á aðrar bilar í Havnini.
Tað var um kl. 13:40, at ein boðaði frá, at hann hevði sæð ein gráan persónbil renna á ein parkeraðan bil í J.C. Svabosgøtu í Havn. Tað kom lítið skaði á árenda bilin, men um onkur veit meira um hetta, skulu tey siga løgregluni frá.
Klokkan 14 hendi nakað líknandi. Ein bilur við svenskari nummarplátu rendi á ein parkeraðan persónbil í Sigmundargøtu í Havn. Her var eisini talan um avmarkaðan skaða á parkeraða bilin.
Løgreglan hevur ikki fingið fatur á teimum, sum koyrdu í svenska bilinum. Samband hevur verið við svensku løgregluna, sum upplýsti teimum navnið á eigaranum, men einki fartelefonnummar var at finna. Tí verður fylgt við tá bilurin fer av landinum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald