Innanlands

Myndir: Drápið gekk væl, men tað tók nakað av tíð at fáa teir seinastu

Mett verður at grindin var gott og væl 30 hvalir - verða helst býttir í drápspartar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-26 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 11-tíðina varð ein lítil grind hildin til í Sandagerði í Havn. Grindin varð funnin í Hestfirði tíðliga í morgun, og  orsaka av, at líkindi ikki vóru at reka grindina til hvørki Vágar ella Húsavíkar, varð avgerð tikin um at reka hana til Havnar.

Raksturin gekk væl, og tað gjørdi drápið stórt sæð eisini. Ein góður helmingur av hvalunum gjørdu landgongd, so drápið tók eitt sindur longur enn ætlað, upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

Seinastu hvalirnir máttu krøkjast fyri at fáa upp á sandin, og sum skilst, endaðu menn úti í grótinum undir sjósavninum fyri at fáa fatur á tí síðsta hvalinum.

Hvalirnir verða nú sleipaðir á Vestaru bryggju við Vónavirkið har teir verða merktir og síðan gjørdir upp. Helst verða teir býttir í drápspartar.

Grindin var lítil, 30 hval ella gott og væl tað, metir sýslumaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder