2025-08-25 14:15

Fyrr í hesum mánaðinum varð boðað frá, at 11 mønustingarar vóru stolnir úr bátasmiðjuni í Bø, og sunnumorgunin vórðu tríggir teirra funnir aftur.
Teir vórðu funnir í einari rók undir Reyðastíggi nærhendis Múlafossi í Gásadali, skrivar løgreglan í fráboðan á Facebook.
Løgreglan kannar enn málið, og vil hon framvegis hoyra frá fólki, sum møguliga vita okkurt um hendingina, sum væntandi er farin fram fyrst í august.
Ringjast kann til løgregluna á tlf. nr. 35 14 48.
Les eisini: 11 mønustingarar stolnir í Bø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald