Hetta vikuskiftið fer fyrsti føroyski drive-in filmsfestivalurin av bakkastokki. Tað hendir í vestmanna har ikki færri enn 31 føroyskt framleiddir stutt- og langfilmar verða vístir á festivalinum kallaður Vestfilm á havnarlagnum í Vestmanna.
Alt yvirskotið fer óskert aftur til leikstjórarnar, ið hava framleitt filmarnar.
- Hetta er eitt gylt høvi, at samla tíni nærmastu í ein bil, og fara ein biltúr til Vestmannar at njóta tað besta, ið føroyska filmsvinna hevur at bjóða, sigur fyriskiparin Durita Fagradal Augustinussen.
Arbeitt hevur verið í døgndrift í eina viku, at fáa hendan serstaka mentanar festivalin upp at koyra, og nú er alt klárt sigur hon. Samstundis vísir Durita Fagradal Augustinussen á, at tey hava havt samband bæði við heilsumyndugleikar og løgregluna, soleiðis at trygdin á festivalinum er í hásæti, eisini tá ið tað kemur til korona.
Atgongumerki til sýningarnar kunnu keypst her á heimasíðuni www.Vestfilm.fo
Les eisini: Fyrsti føroyski drive in filmsfestivalurin
Fyrstu sýningarnar á festivalinum verða klokkan 18 í dag tá fýra stuttfilmar eru á skránni: ”Aldur”, ”Tunnan”, ”Skuld” og ”Ikki illa meint”, sum vann donsku Robert virðislønina fyrr í ár.
Klokkan 20.30 eru aftur fýra stuttfilmar á skránni: ”Ábyrgd”, ”Passasjeren”, ”Kom og dansa” og ”Stina Karina”.
Og klokkan 23 verður so dagsins høvuðsfilmur vístur, ”Bye Bye Bluebird” hjá Katrini Ottarsdóttir.
Festivalurin heldur fram í morgin og leygardagin. Høvuðsfilmurin í annaðkvøld verður ”Nina” hjá Mariu Winther Olsen og leygarkvøldið ”Dreymar við havið” hjá Sakariasi Stórá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald