30. apríl til og við 3. mai 2020 skipar Vestmanna kommuna fyri tí fyrsta føroyska filmsfestivalinum nakrantíð. Talan er um filmsfestivalin Vestfilm, ið verður á keiini í Vestmanna.
Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna bygd, og av tí sama er tað upplagt at taka fakkilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmsfestivalinum í landinum. Hetta er eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða. Talan er um onki minni enn 28 stuttfilmar og tríggar spælilongd-filmar.
Í hesum serstøku Koronatíðum hevur filmsvinnan ligið lamin; frumframsýningar av føroyskum filmum eru útsettar og filmsvirksemið er so at siga steðgað. Ætlanin er tí, at alt yvirskotið, ið hesin filmsfestivalurin vónandi gevur, verður latið aftur til føroysku filmsvinnuna.
Tað vera í alt 9 sýningar, á umleið 90 min pr. sýning. Tríggar sýningar um dagin, og festivalurin endar síðani við einari drive-in guðtænastu sunnudagin tann 3. mai, har Maria Summers við Skipá, prestur, prædikar.
Filmarnir Trøllabeiggi hjá Gudmundi Helmsdal og Ábyrgd hjá Katrini Joensen-Næs verða frumframsýndir 30. apríl og 1. mai.
Skíggin verður framman fyri Turkihúsið og keiøkið, har ið filmsfestivalurin verður, verður skipað eins og ein biografsalur; møguleiki verður tilskil at keypa sær eitt pláss, júst har man ynskir.
Atgongumerkjasølan verður á heimasíðuni www.vestfilm.fo. Tað vera einans seld 80 atgongumerkju til hvørja sýning.
Tá ið ein ognar sær atgongumerki, er eisini møguleiki at keypa poppkorn og sodavatn. Hetta verður síðani borið út til hvønn einstakan bil, áðrenn sýningin byrjar. Yvirskotið av hesi sølu verður latið sum stuðul til VÍF.
Korona-tilmælini hjá heilsumyndugleikunum um frásøðu v.m. verða fylgd neyvt. Tað verður góð frástøða millum bilarnar, og fólk verða biðin um at vera í bilinum, meðan sýningarnar eru. Høvi verður tó sjálvandi at sleppa á wc á økinum – hetta verður væl vaskað og sprittað.
Skráin
Dagur 1 – Hósdagur
Fyrsta sýning
- Aldur (Heiðrikkur á Heygnum, 7:40 min)
- Tunnan (J.Steenberg & J.Lamhauge 29 min)
- Skuld (Heiðrikkur á Heygnum, 30min)
- Ikki illað meint (Andrias Høgenni, 22min)
Onnur sýning
- Ábyrgd (Katrin Joensen-Næs, 43 min)
- Passasjeren (Sakaris Stórá, 9:30 min)
- Kom og dansa (Andrias Høgenni, 14:30 min)
- Stina Karina (Andrias Høgenni, 10 min)
Triða sýning
- Bye Bye Blue Bird (Katrin Ottarsdóttir, 97 min)
Dagur 2 - Fríggjadagur
Fyrsta sýning
- Summarnátt (Sakaris Stórá, 17:30 min)
- Vetrarmorgun (Sakaris Stórá, 20:16 min)
- True Love (Heiðrikkur á Heygnum, 21:33 min)
- Trøllabeiggi (Gudmund Helmsdal, 30 min)
Onnur sýning
- Verkir ( Theresa Jákupsdóttir & Karina Jákupsdóttir, 60min)
- Et visit. (Sára Wang, 14min)
- Terminal (Dávur Djurhuus, 10min)
- Omman (Julia í Kálvalíð, 12min)
-
Triða sýning
- Nina (Maria Winther Olsen)
Dagur 3 - Leygardagur
Fyrsta sýning
- Dalur – (Heiðrikur á Heygum, 30 min)
- Sigarett (Heðrikkur á Hegynum, 12 min)
- Et knæk (Andrias Høgenni, 19 min)
- Munch ( Jónfinn Stendberg, 15min
- Við fyrsta eygnabrá (Esther á Fjallinum, 11:30 min)
Onnur sýning
- Hví eru vit her (Búi Dam og Dánjal á Neystabo, 23min)
- Eina (Andrias Høgenni, 12 min)
- Skóhorn(y) – (Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal, 6min)
- Maðurin við Blæuni (Maria Tórgarð – 9.25min)
- Pápar mugu ikki forskrekkjast (Jónfinn Stenberg, 2.35min)
- Gló(ð) (Maria Winther Olsen, 10min)
- Tyggigummi (Gudmund Helmsdal, 4.30min)
- Sum einglar vit falla (Maria Winther Olsen, 27.36min)
Triða sýning
- Dreymar við havið (Sakaris Stórá, 80 min)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald