Um hálvgum ellivu tíðina vóru tað fleiri, sum ringdu til løgregluna at boða frá eldi í einum bilverkstaði í Porkeri.
Sløkkiliðið er á staðnum og er í holt við at sløkkja eldin. At síggja til er talan um rættiliga stóran eld.
Suðuroyarportalurin skrivar, at dagligt virksemið hevur á verkstaðnum til fyri stuttum.
Bilverkstaðið liggur nærhendis bygningin hjá SEV í Porkerishaga niðanfyri landsvegin millum Hov og Porkeri.
Vónandi er bara talan um materiellan skaða. Á løgregluni støðini høvdu tey í kvøld so ikki frætt nakað um, at nakað fólk skuldi vera inni á verkstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald