Uttanlands

Evropeiskir statsleiðarar í Ukraina á ársdegnum

Í dag eru fýra ár síðan russiska innrásin byrjaði

Evropeiskir leiðarar minnast tey falnu í krígnum á einum minningarhaldi á Maidan torginum í Kyiv. Á myndini síggjast m.a. Mette Frederiksen úr Danmark, Ulf Kristerson úr Svøríki, Silina Evika úr Lettlandi og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskij (Mynd: EPA)

Evropeiskir leiðarar minnast tey falnu í krígnum á einum minningarhaldi á Maidan torginum í Kyiv. Á myndini síggjast m.a. Mette Frederiksen úr Danmark, Ulf Kristerson úr Svøríki, Silina Evika úr Lettlandi og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskij (Mynd: EPA)

2026-02-24 10:05 Author image
Ingi Samuelsen

Fleiri evropeiskir stats- og stjórnarleiðarar eru staddir í Kyiv í dag, á ársdegnum fyri russisku innrásini í Ukraina. Tað var 24. februar 2022, at Russland byrjaði kríggið.

Danska forsætismálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at Mette Frederiksen er farin til ukrainska høvuðsstaðin at vísa sín stuðul til ukrainska stríðið.

- Ukrainar standa nú á fjórða ári upp fyri frælsinum hjá okkum øllum. Teirra dirvi og styrki lýsir í stríðnum móti myrkrinum hjá Putin. Tey skapa vón fyri okkum, ið ynskja eitt Evropa í friði, sigur Mette Frederiksen í fráboðan.

Sambært TV2 er Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri eisini staddur í Ukraina.

Fleiri aðrir evropeiskir leiðarar eru eisini farnir til Ukraina í dag, teirra millum norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre, og svenski starvsbróður hansara, Ulf Kristersson eins og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.

Hennara vitjan hevur til endamáls “at undirstrika okkara áhaldandi raðfesting av ukrainska rættvísistríðnum”.

- Og fyri at senda eini greið boð til bæði ukrainska fólkið og til ágangsmannin: Vit vilja ikki geva okkum, fyrr enn friðurin er komin afturíaftur. Friður við treytum Ukraina, skrivar Ursula von der Leyen á X.

Mette Frederiksen vísir á, at Ukraina skal hava best møguliga støðu, tá friður einaferð skal finnast í stríðnum við Russland.

- Tað gera vit við at lata teimum tey vápn, tey hava brúk fyri og við at herða tiltøkini móti Russlandi mest møguligt, skrivar danski statsministarin í tíðindaskrivinum.

Danmark hevur á fýraáradegnum í dag latið 190 milliónir krónur til Ukraina í neyðhjálp.

Men henda hjálpin skal ikki skugga yvir hernaðarliga tørvin, vísir Mette Frederiksen á.

- Vit skulu minnast til, at russiski harðskapurin heldur fram eisini aðrastaðni enn á hermótinum. Við drápum á sivil og miskunnarleysu álopini á orkuveitingina. Ukrainska fólkið skal vita, at restin av Evropa stendur saman við teimum, skrivar hon, sambært Ritzau. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald