Innanlands

Flyta málið um Suðuroyartunnilin fram um málið um pensjónsaldurin

Tað er ógreitt, júst hví Bjørt Samuelsen hevur gjørt hetta

Tað er torført at siga, hvussu nogv tað skal tulkast - men hendan broytingin er ikki tilvildarlig (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er torført at siga, hvussu nogv tað skal tulkast - men hendan broytingin er ikki tilvildarlig (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-24 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Raðfylgjan í stóru málunum, sum koma til triðju viðgerð í morgin, er broytt. 

Hetta sæst á logting.fo - nú skal málið um Suðuroyartunnilin fyri áðrenn pensjónsmálið.

[object Object]

Sum skilst er hetta púra nýtt fyri tey flestu í politisku skipanini, og tað er ikki greitt, hvat endamálið er við hesum. Og heldur ikki hvør stendur aftanfyri hesa avgerðina.

Men tað kann millum annað hava til endamáls at leggja trýst á Framsókn. Í gjár atkvøddu Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson ímóti Suðuroyartunlinum, meðan Javnaðarflokkurin - partvíst við ringum smakki í munninum - stóð saman um pensjónsmálið.

Sí eisini: Tvey av trimum hjá Framsókn ímóti - Erling atkvøddi blankt

- Hetta er ikki eitt samgongumál, staðfesti Karlot Hergeirsson fyri FM1 fyrr í dag.

Meira í tíðindunum á Fm1 klokkan 12 og meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder