Løgreglan er enn í ferð við at kanna eldin, sum kyknaði í bilverkstaðnum í Porkerishaga hóskvøldið.
Brunaserfrøðingurin hjá løgregluni fór suður í gjár at kanna leivdirnar av verkstaðnum, sum brann í grund, og støða skal nú takast til, um tørvur er á hjálp frá brunaserfrøðingum úr Danmark, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan upplýsti í gjár, at ongar sterkar ábendingar eru um, at nakað ólógligt skal vera farið fram, og í dag hevur løgreglan ongan illgruna um, at eldurin er ásettur, men tað er sjálvandi altíð ein møguleiki, mann má hava í huga, sigur vaktleiðarin.
Les eisini: Verkstaðið brann í grund - men eingin fólkaskaði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald