Mentan

Fjølmentanarvika í Filmsfelagnum: Filmur úr Kina

Filmurin "Brief History of a Family" verður at síggja í Havnar Bio mikukvøldið

2024-10-24 10:39 Author image
Innsent
placeholder

Filmsfelagið sýnir tveir nýggjar filmar nú Fjølmentanarvika er í Havn. Filmurin mikudagin er úr Kina. Fyrri filmurin var úr Senegal.

Filmurin, sum Filmsfelagið vísir í Fjølmentanarvikuni, er úr Kina. Undir altjóða heitinum, “Brief History of a Family”, viðger leikstjórin, Jianjie Lin, avleiðingarnar av, at kinesisk hjún í tíðarskeiðnum 1979 til 2015 bert kundu fáa eitt barn.

Nýggi kinesiski filmurin, sum er á mandarinmáli, verður sýndur við donskum undirteksti. 

Heima, tykist tannáringurin Wei at liva eitt fyrimyndarligt lív í Miðstættarkina. Men millum veggirnar lúra ósagdar søgur um tey forrættindi, ið fylgja honum, einum einsamøllum barni, men eisini tey órímiliga høgu krøv, sum vælútbúni pápin og heimagangdandi mamman seta. 

Tá Wei gerst vinur við floksfelagan, Shuo, verða allar dyr latnar upp harheima. Shuo kemur á vitjan, og tey fáa innlit í lívið hjá einum klókum drongi, sum verður misbrúktur av einum alkoholiseraðum pápa, eftir at mamman er deyð. Gerandisdagurin hjá Wei verður lættari, nú Shuo er har. Tá pápi Shuo bráddliga doyr í eini vanlukku, sum kanska er ivasom, taka tey Shou til teirra at vera. Wei kemur nú eftir, at gamla trygga rúmið sum einasti sonur, verður hótt. Øvund og óvissa elva til eina røð av hendingum, sum flyta fjaldar loynidómar fram í livandi ljós og avdúka gamlar hendingar.

“Brief History of a Family” er ein kinesiskur filmur um húskið og fremmandgering í nútímans Kina.

Leikstjóri er Jianjie Lin. Hann frumsýndi filmin á amerikansku Sundance filmstevnuni í ár, og síðan í Berlin. Virðisløn fyri bestu leikstjórn og besta nýggja listarliga íkast, fekk hann á filmstevnuni í Beijing í ár.

Filmurin verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 30. oktober klokkan 20. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder