Innanlands

Fleirtjóða embætisfólkafundur á Búnaðarstovuni

Búnaðarstovan hevur verið vertur fyri vitjan av stýrunum fyri Nordisk Genressourcecenter, SamNordisk Skogsforskning og Nordisk komité for jordbruks- og matforskning

Norðurlendsku embætisfólkini vórðu m.a. kunnað um serliga føroyska rossið (Savnsmynd)

Norðurlendsku embætisfólkini vórðu m.a. kunnað um serliga føroyska rossið (Savnsmynd)

2026-05-27 19:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kongsríkið Danmark hevur í 2026 formansskapin fyri Norrøna Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd), og Føroyar og Danmark býta hesa uppgávuna sínámillum.

Arbeiðið í Norrøna Ráðharraráðnum er skipað í ymisk ráðharraráð ella samstarvsøki, har eitt av hesum nevnist Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (vanliga stytt til “MR-FJLS”), og undir hesum eru aftur ymsir embætismannabólkar (EK-bólkar og nevndir), ið handfara tey evni, sum eru til viðgerðar í sjálvum ráðharraráðnum.

Undir MR-FJLS eru íalt fýra ymsir embætismannabólkar, og ein av hesum bólkunum er EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug), ið Føroyar hava leiðsluna av í 2026.

Embætismannabólkurin EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) hevur fakligu ábyrgdina av ávikavist stovninum Nordisk Genressourcecenter (NordGen), eins og av samstarvsnevndunum SamNordisk Skogsforskning (SNS) og Nordisk komité for jordbruks- og matforskning (NKJ).

Nú, ið formansskapurin fyri EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) liggur í Føroyum í 2026, hava ávikavist NordGen, SNS og NKJ tí valt at leggja sínar stýrisfundir her, og mikudagin 20. mai var stórt felags tiltak á Búnaðarstovuni, har høvi var at greiða gestunum frá ymsum føroyskum viðurskiftum innan landbúnað í breiðari merking.

Tróndur Leivsson greiddi frá yvirskipaðu viðurskiftunum innan føroyska landbúnaðargeiran og frá virkseminum á Búnaðarstovuni, Jens Ivan í Gerðinum greiddi frá ítøkiligum landbúnaðarvirksemi og framleiðslu í Føroyum, Dorthea Joensen greiddi frá arbeiðinum at menna gagnnýtslu av ullini, og Jóna Adelaide Ólavsdóttir greiddi frá støðuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum av føroyska rossinum.

Á felags fundinum á Búnaðarstovuni møttust íalt eini 40 fólk, og lívligt prát var millum luttakararnar aftaná, har afturmeldingin m.a. var hon, at gestirnir høvdu fingið eitt væl betri innlit í føroysk landbúnaðar- og náttúruviðurskifti enn áður.

Stýrið fyri NordGen hevði seinnapartin fund í Vinnumálaráðnum við Jacob Vestergaard, landsstýrismann við landbúnaðarmálum, at umrøða viðurskifti, sum skulu avgreiðast í sambandi við, at umsóknin frá landsstýrinum um fullan limaskap í NordGen varð gingin á møti í 2024.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder