Mentan

Heartist í Kuummiut - stórur partur av bygdini møtti

Mánadagin tann 9. september varð heimildarfilmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir ,”Heartist” vístur í fjarskotnu bygdini í Eysturgrønlandi, Kuummiut. Sigrun var sjálv til staðar.

2024-09-15 12:47 Author image
Innsent
placeholder

Orsøkin til, at hon tók hetta stigið, at geva kummiuttum møguleikan at síggja vælumtókta filmin botnar í ynskjunum um at veita teimum eina tøkk fyri tíðina, hon, saman við manni og synum, búleikast í Kuummiut fyri mongum árum síðan. Ein tøkk fyri vinsemi og vælvild sum familjan á so mangan hátt hevði møtt.

Filmurin varð vístur í skúlanum og ein stórur partur av bygdini hevði leitað sær á gátt.

Sigrun, tulkað av skúlastjóranum Lauru Táunájik, bjóðaði vælkomin, róð afturá og hugleiddi í stuttum um tíðina, tá hon og familjan í 1998 á fyrsta sinni komu til Kuummiut, saknurin av teim mongu, ið farin vóru og gleðin í at hitta ”nýggj andlit”.
Fleiri børn vóru eisini møtt og eisini tey vóru hugtikin av filminum.

Fleiri av upptøkunum eru jú úr Grønlandi, somuleiðis fleiri málningar, sum síggjast í filminum, eru við motivum úr Kuummiut og aðrir við íblástri úr Kuummiut.

Við filmslok fekk hvørt húski faldaran ”Uummatip takusani puigorneq ajorpai” (Tað hjartað sær – gloymist ei) har fleiri av málningum Sigrunnar úr Grønlandi er í. Faldarin er á grønlendskum, umframt á enskum og donskum.

Ein sera væleydnað løta, sum endaði við ”kaffimik”, har Sigrunsa skuffukøkur ”fingu bein at ganga á” frættist úr Kuummiut.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder