Í farnu viku varð skipað fyri árligu nýggjársparolunum hjá Føroya Politi á politistøðunum í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri.
Til parolurnar bar Michael Boolsen, fúti, fram eina aftur- og framlítandi nýggjársrøðu, og umrøddi eisini rák, sum eyðkenna kriminalitetsmyndina í Føroyum í dag.
At enda vórðu heiðurstekin handað fyri góða og drúgva tænastu hjá Føroya Politi. Nýggjársparola varð hildin í Havn 13. januar, í Klaksvík 15. januar, og á Tvøroyri 16. januar.
Hesi fingu heiðurstekin:
- Hans Ludvig Djurhuus - 50 ára tænasta – gull eikibløð til heiðursteknið
- Mariann Reinert - 25 ára tænasta – heiðurstekin
- Hans Flóvin Hammer - 25 ára tænasta – heiðurstekin
- Ulrik Kjærgaard Ravn Andersen - 25 ára tænasta – heiðurstekin
- Marita Arnleyg Poulsen - 25 ára tænasta - heiðurstekin
-
Hans Flóvin Hammer, Mariann Reinert og Ulrik Kjærgaard Ravn Andersen
-
Marita Arnleyg Poulsen og Michael Boolsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald