Uttanlands

Jeff Landry ikki longur boðin til hundasletukapping í Grønlandi

Serliga amerikanska sendifólkið til Grønlands hevur boðað frá, at hann fer til Grønlands í mars, men felagið, sum bjóðaði honum til hundasletukapping 28. mars hevur nú tikið innbjóðingina aftur

Jeff Landry, serligt amerikanskt sendifólk og Donald Trump, amerikanskur forseti (Mynd: EPA)

Jeff Landry, serligt amerikanskt sendifólk og Donald Trump, amerikanskur forseti (Mynd: EPA)

2026-01-19 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Serliga amerikanska sendifólkið til Grønlands, Jeff Landry var boðin til hundasletukappingina Avannaata Qimussersua í Grønlandi 28. mars, men grønlendska ferðavinnufelagið, sum bjóðaði honum, hevur nú tikið innbjóðingina aftur.

Tað sigur felagsskapurin Kalaallit Nunaanni Qimussertartut Kattuffiat (KNQK), sum skipar fyri kappingini.

Tað var týsdagin í farnu viku, at eigarin av einari grønlendskari frerðavinnufyritøku boðaði frá, at Jeff Landry var boðin til hundasletukappingina, og fríggjadagin boðaði Landry frá, at hann fór at vitja Grønland í mars.

Tað er ógreitt, um Landry framvegis ætlar sær at vitja, skrivar Ritzau.

Les eisini: Serligt amerikanskt sendifólk fer til Grønlands í mars

Í fjør vakti Avannaata Qimussersua eisini ans, tá Hvítu Húsini boðaðu frá, at ameriaknska varaforsetafrúan Usha Vance var boðin til hundasletukappingina. Tað bleiv tó av ongum, og vitjaðu hon og maður hennara, amerikanski varaforsetin J.D. Vance í staðin eina amerikanska herstøð.

Í fjør bleiv váttað fyri grønlendska miðlinum Sermitsiaq, at hundasletukappingin fekk fíggjarligan stuðul úr USA gjøgnum konsulátið í Nuuk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder