Uttanlands

Merz: Vil sannføra USA um at droppa ætlanir um Grønland

Á tíðindafundi í dag undirstrikaði týski samveldiskanslarin, at hann stuðlar Grønlandi og Danmark

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz (Mynd: EPA)

2026-01-19 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz fer at royna at sannføra USA um at sleppa ætlanirnar um at yvirtaka Grønland.

Tað segði Merz á tíðindafundi í dag sambært bretska miðlinum The Guardian.

Les eisini: Trump: Kenni meg ikki longur bundnan til bara at hugsa um frið

Hann vísti á, at tað fer at fáa avleiðingar fyri samstarvið í Nato, og eigur málið um trygd í Arktis at vera loyst á diplomatiskan hátt.

USA hevur áður havt yvir 30.000 herfólk í økinum, men í dag er talið undir 200. Tað sigur nakað um, at amerikanarar ikki meta hóttanina vera so stóra, sum ført verður fram, segði Merz.

Sjálvandi kann støðan skjótt broytast, ásannaði hann, men tað broytir ikki tað, at sjálvræðið hjá Grønlandi og Danmark ikki eru til sølu.

Týskland er eitt av teimum londunum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur hótt við tolli fyri at senda herfólk til Grønlands.

Les eisini: Nú hóttir Trump við revsitolli

Les eisini: Fleiri donsk herfólk til Grønlands í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder