
Klokkan 13 verður hátíðarhald í sambandi við, at Havnarvegur og Húsareynstunnilin lata upp fyri almennari ferðslu.
Fartelefonsamband hevur ikki verið í tunlinum, tí ósemja hevur verið millum Tórshavnar kommunu og Føroya Tele. Nú er ósemjan eftir øllum at døma loyst.
Tórshavnar kommuna sigur nú, at fartelefonnetið verður sett upp í tunlinum nú um vikuskiftið.
Skráin fyri dagin
Kl. 13.00
Harmoniorkestrið GHM spælir við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin
Kl. 13.30
Elsa Berg, borgarstjóri, heldur røðu
Jón Sigurðsson, stjóri á Articon, heldur røðu
Bergur Robert Dam Jensen, form. í teknisku nevnd, klippir snórin
Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir, umleið 4 km
Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze
Drekkamunnur við Tjarnir
Kl. 15.30
Havnarvegurin og Húsareynstunnilin lata upp fyri ferðslu, har Føroya Ellisakfør koyra frá munnanum á tunlinum við Marknagilsvegin til Tjarnir
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)
-
(Mynd: Ingi Samuelsen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald