
Í næstum fara kardinalarnir í katólsku kirkjuni at savnast í Vatikaninum fyri at velja komandi pávan, eftir at Frans pávi doyði annan páskadag.
Longu nú eru fleiri boð um, hvør mann fara at gerast næsti leiðari í heimsumfatandi katólsku kirkjuni. Men frammanundan er sera trupult at meta um, hvør hevur størsta møguleika at verða valdur.
Tað verða teir 138 kardinalarnir í katólsku kirkjuni, sum enn ikki hava nátt 80 ára aldur, ið skulu atkvøða.
Helst verður talan um fleiri atkvøðugreiðslur, áðrenn hvítur roykur verður sendur upp gjøgnum skorsteinin í Sixtinska Kapellinum, áðrenn greitt er, hvør verður nýggi andaligi leiðarin hjá heimsins 1,4 milliardum katolikkum.
Møguligu nøvnini
Kardinalarnir, ið verða mettir at hava besta møguleika at verða útpeikaðir til nýggjan páva eru hesir:
- Matteo Zuppi úr Italia, 69 ár, erkabispur í Bologna.
- Jean-Marc Aveline úr Fraklandi, 66 ár, erkabispur í Marseille
- Péter Erdö úr Ungarn, 72 ár, erkabispur í Budapest
- Luis Antonio Tagle, úr Filipsoyggjum, 67 ár, pro-præfektur í Dicastery for Evangelization í Vatikaninum
- Joseph Tobin, úr USA, 72 ár, erkabispur í Newark, New Jersey
- Juan Jose Omella, úr Spania, 79 ár, erkabispur í Barcelona
- Pietro Parolin, úr Italia, 70 ár, diplomatur í Vatikaninum
- Mario Grech, av Malta, 66 ár, aðalskrivari fyri ráðgevandi nevndina hjá biskuppunum, synoduni.
- Peter Turkson, úr Ghana, 76 ár, leiðari av pávaliga vísundaliga akademiinum í Vatikaninum
Longu á fyrsta degnum á konklavuni verður atkvøðugreiðsla. Og komandi dagarnar verða tvær atkvøðugreiðslur um dagin, til kardinalarnir eru vorðnir samdir um ein av kardinalunum.
Savnast helst 5. mai
Konklavan, tá kardinalarnir hittast í Sixtinska Kapellinum, byrjar í fyrsta lagi 14 dagar og í seinasta lagið 20 dagar eftir at pávin er deyður. Tað skal vera stundir hjá teimum øllum at ferðast til Vatikanið.
Longsta konklavan higartil vardi í næstan trý ár, frá 1268 til 1271. Aðrar konklavur hava tikið ein dag. Tá Frans pávi varð valdur í 2013, gjørdist konklavan samd eftir tveir dagar.
Bert kardinalar, sum eru undir 80 ár, sleppa at atkvøða. Í løtuni eru tilsamans 250 kardinalar, harav 138 eru undir 80 ár.
Kelda: dr.dk
-
Matteo Zuppi
-
Jean-Marc Aveline saman við pávanum. Myndin er frá 2023 (Mynd: EPA)
-
Péter Erdö, avmyndaður á páskamessuni í Budapest (Mynd: EPA)
-
Luis Antonio Tagle og Frans pávi avmyndaðir í 2013 (Mynd: EPA)
-
Joseph Tobin (Mynd: EPA)
-
Juan Jose Omella (Mynd: EPA)
-
Pietro Parolin, tók ímóti amerikanska varaforsetanum í Vatikaninum á páskum (Mynd: EPA)
-
Mario Grech, avmyndaður saman við pávanum í 2023 (Mynd: EPA)
-
Peter Turkson (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald