
Prinsessa Isabella fyllir 18 ár í dag, og í tí sambandi hevur kongshúsið almannakunngjørt nýggjar gallaportett myndir av henni.
Á myndunum er hon í síðum appelsinlittum kjóla og hevur høvuðprýði við turkasteinum og diamantum.
(Mynd: Steen Evald, Kongehuset ©)
Høvuðprýði er ein gáva frá Margretu drotning, skrivar Kongshúsið á heimasíðu sínari.
Høvuðprýði er úr gulli og skrýtt við 11 rosettum av Margueritlíknandi blómum úr turkusteinum og diamantum, sigur Kongshúsið.
Prýiðisluturin er ikki bert høvuðprýði, men kann eisini skiljast og brúkast sum eitt nú armband.
(Mynd: Steen Evald, Kongehuset ©)
Á myndini ber Isabella prinsessa eisini á fyrsta sinni Elemfantordenen við stjørnu á bringuni og miniaturmynd av pápa sínum, Fríðriki kongi.
Føðingardagurin hevur annars verið hildin seinastu dagarnar í Aarhus og í Keypmannahavn. Mikudagin vóru fleiri enn 1000 ungdómar bodnir til heiðurssýning í Kongaliga Teatrinum í høvuðsstaðnum. Millum gestirnar vóru fleiri føroyingar.
(Mynd: Steen Evald, Kongehuset ©)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald