Uttanlands

Ógvusligar aldur hava kostað sjey mannalív í Avstralia um páskirnar

Ein níggju ára gamal drongur í New South Wales er sum tann seinasti funnin deyður - tvey fólk eru saknaði enn

2025-04-21 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ógvuliga máttmiklar aldur hava hetta páskavikuskifti kosta fleiri mannalív í Avstralia. 

Altjóða miðlar skriva 2. páskadag, at samanlagt sjey fólk eru druknaði av hesari orsøk seinastu dagarnar.

Hetta hevur verið í New South Wales-økinum. 

Avstralskir myndugleikar upplýsa í dag, at tann seinasti sum er funnin deyður, er ein níggju ára gamal drongur, sum varð fangaður millum tveir klettar í New South Wales.

Seinnapartin varð boðað frá, at tvey fólk framvegis eru saknaði, eftir at ógvusligu aldurnar raktu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder