
Hósdagin læt framsýningin hjá Inga Sørensen upp í Williamsstovu í miðbýnum í Havn.
Á framsýningini verða 15 serliga myndir sýndar fram. Tær eru “unikkar”, tí tað verður einans framleidd ein av hvørjari.
Ingi Sørensen hevur seinastu árini tikið nógvar myndir, og herfyri komu fleiri av teimum út í myndabókini “The Faroe Islands - a magical land & ocean safari”.
Williamsstova er nýtt framsýningarhøli sum læt upp í mars, og er á Niels Finsens Gøtu 16, millum Myndlist og Marjun Heimá.
Framsýningin heldur fram til týsdagin, og opið er frá klokkan 13 til 18.
-
Ingi Sørensen her við bókini "The Faroe Islands - a magical land & ocean safari" (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald