Innanlands

Tórshavnar kommuna kann hava 24 næmingar í fyrsta flokki

Hetta er galdandi fyri 2025/2026 og 2026/2027, har tørvur og ynski er um hetta. Undantak er gjørt eftir ynski frá frá foreldrum og kommunu

Sankta Frans skúli hevur eitt sonevnt eyka spor, men á Argjum var ikki áhugi fyri at senda fýra børn har (Mynd: torshavn.fo)

Sankta Frans skúli hevur eitt sonevnt eyka spor, men á Argjum var ikki áhugi fyri at senda fýra børn har (Mynd: torshavn.fo)

2025-05-16 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum seinastu verið í samskifti við Barna- og útbúgvingarmálaráðið um frávik í næmingatalinum við innskrivingini í fyrsta flokk frá komandi skúlaári.

Hetta havan umsitingin og onnur verið í gongd við, orsakað av at fleiri foreldur - og býráðslimir - hava gjørt vart við óhepnu støðuna um, at ikki øll børn sleppa í skúla í nærumhvørvinum.

Serliga var tað ein trupulleiki á Argjum eftir innskrivingina: 48 børn vóru uppskriaði, men nú flokkarnir skulu niður á 22 næmingar í hvørjum, gekk tað ikki upp. Harvið sá tað út til, at fýra børn, búsitandi á Argjum, høvdu verið noydd at farið í skúla í Sankta Frans skúla. Har er eitt sonevnt "eyka spor".

Sí eisini: Djóni, livir tú upp til tíni egnu virðir?

Foreldur hava víst sína ónøgd, og tað er komið á borið hjá Djóna Nolsøe Joensen. Landsstýrismaðurin í  Barna- og útbúgvingarmálum og fólk hansara hava nú gingið umsókn á møti. Hetta skrivar torshavn.fo.

- Tórshavnar kommuna hevur fingið svar frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, at umframt eyka sporið í Sankta Frans skúla, verður loyvi givið at innskriva 24 næmingar í hvønn flokk í fyrsta flokki í skúlunum hjá Tórshavnar kommunu skúlaárið 2025/2026 og 2026/2027, har tørvur og ynski er um hetta. Tórshavnar kommuna fer fyrst í komandi viku at viðgera svarið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í tøttum samstarvi við partarnar.

Talan er harvið um gleðiboð fyri fleiri fólk. Hetta merkir millum annað, at øll 48 uppskrivaði á Argjum kunnu ganga í skúla saman í sínum nærumhvørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder