Mentan

Kóboykex – nýggjur tónleikur við Sigmundi og Heiðriki

Nýggja staklagið "Midnight Gale" júst komið út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-11 08:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi føroyski bólkurin, Kóboykex, er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum.

Teirra fyrsta staklag “Midnight Gale” hava teir skrivað saman, har Sigmundur syngur fyri og Heiðrikur syngur kór. Sigmundur og Heiðrikur siga, at tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, og teir kalla genruna Countronica. 

Bæði Sigmundur og Heiðrikur eru kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, og so eru teir nábúgvar í Havn. Teir hava sama áhuga fyri gomlum western tónleiki, og valdu tí at seta høvdini saman, og úrslitið bleiv Kóboykex. 

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær stórt navn upp á punk scenuni uttanlands. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.  

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Hetta er fyrsta lagið, ið verður útgivið frá teirra EP. Næsta lagið á EP’ini er ein nýtulkan av “Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni”, ið kemur út síðst í summar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder