Í Donav ánni er so vatnstøðan so mikið lág, at tað við serbiska býin Prahovo er komið eitt gamalt týskrt krígsskip frá seinna heimsbardaga undan kavi.
Hetta skrivar TV2.
Hetta er nakað, sum ferðafólk hava fingið eygað á.
Sambært The Telegraph, er talan um eitt skip, sum varð søkt tá tað royndi at rýma undan russiska herinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at krígsskip eru komin undan kavi í Donav ánni. Í sambandi við søguligan turk í 2022 vóru 20 gomul krígsskip brádliga at síggja.
-
(Mynd: Djordje Kojadinovic/Reuters/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Djordje Kojadinovic/Reuters/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Djordje Kojadinovic/Reuters/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Djordje Kojadinovic/Reuters/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald