Mentan

Metnógv á várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum

Eisini talan um søguligan dag, tí næmingarnir eru fluttir inn í nýggja næmingaheimið hjá háskúlanum, sum heldur til í Vági

(Mynd: Ítróttaháskúlin í Suðuroy)

(Mynd: Ítróttaháskúlin í Suðuroy)

2021-01-28 21:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Várskeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy byrjaði í farnu viku.

Metstórt tal av næmingum byrjaðu, heili 48 í talið. Hesir næmingar fluttu eisini inn í nýggja næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, sum sostatt nú veruliga er tikið í nýtslu.

Suðurrás skrivar á heimasíðuni, at tað eru 28 føroyingar og 20 útlendingar á várskeiðnum. Útlendingarnir eru úr Danmark, Noreg, Íslandi og so er ein føroyingur sum annars er búsitandi í Belgia.

Sonevndur “introtúrur” hevur verið, har leiðin gekk eftir fjøllunum og ligið var nátt í Hovi, áðrenn næmingarnir fóru til gongu aftur til Vágs.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder