2021-01-31 21:59
Pól Sundskarð: Omanfyri Klivsdal, 747m, í Múla, fjallið hevur onki navn.
Túrurin byrjaði í Krossdali við Múlavegin. Ein rættuliga strævin túrur, kavin var bleytur, og fyri hvørt skritt var kavin upp til knøini.
Komin niðan á var kavarok og mjørki allan vegin norður, og á veg suðureftir aftur klárnaði upp, og tað bleiv ein frálíkur túrur.
Sí myndirnar, sum Pól Sundskarð, pol.fo, tók í gjár:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald