Innanlands

Myndir: Býráðslimirnir, ið stevndu, fingu undirtøku - í fyrstu atløgu

Avgerðin um býráðsvalið í 2024 skal ógildast og umval haldast verður ikki tikin fyri sakarmálið sum fimm býráðslimir hava reist móti Fíggjarmálaráðnum er avgjørt í rættinum

Fýra av teimum fimm saksøkjarunum vóru til staðar í rættinum, tá avgerðin um støðgandi virknað fall í dag. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, kundi ikki vera við. Frá vinstru Petur Hansen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir og Jóhan Vest (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra av teimum fimm saksøkjarunum vóru til staðar í rættinum, tá avgerðin um støðgandi virknað fall í dag. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, kundi ikki vera við. Frá vinstru Petur Hansen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir og Jóhan Vest (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-09 16:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, var ein rættiliga nøgdur maður eftir at dómarin í Føroya Rætti hevði kunngjørt, at málið, sum hann hevur reist saman við fýra øðrum limum í Runavíkar býráð hevur støðgandi virknað.

Tað merkir, at Føroya rættur nú hevur avlýst umvalið í Runavíkar kommunu, sum táverandi Løgmálaráðið í november lýsti at skula haldast týsdagin 13. januar 2026.

Dómarin metir, at reista rættarmálið hevur so mikið stóran prinsipiellan týdning, at tað vigar tyngri enn ivin um, hvørt snýt er gjørt viðvíkjandi einari av atkvøðunum, ið varð kend ógyldug.

Harvið fingu teir fimm býráðslimirnir, sum hava reist málið, undirtøku í teirra grundgeving, sum tey førdu fram á rættarfundinum týsdagin.

Les meira um rættarfundin týsdagin her: Avgerðin fellur tveir yrkadagar undan sjálvum valdegnum

Tollaksmessu dag bóru tey málið í Føroya rætt fyri at fáa rættin at meta um, hvørt avgerðin hjá táverandi Løgmálaráðnum um at kolldøma valið í Runavík var røtt. Og tey bóðu eisini um at hetta málið skuldi fáa støðgandi virknað, so at ætlaða umvalið 19. januar kundi avlýsast ella útsetast til málið er avgreitt.

Tóri Højgaard viðgongur, at tey ikki høvdu roknað við at rætturin náddi at viðgera málið áðrenn sjálvan valdagin, men tað eydnaðist at fáa málið á skrá eina viku undan ætlaða umvalinum, og í dag fingu tey viðhald í hesum partinum av málinum.

Men harvið er málið ikki avgjørt enn. Sjálvt málið kemur fyri í rættinum seinni.

Hevur mutað ímóti frá fyrstan tíð

Tað er rættiliga týðuligt, at tað er Tóri Højgaard, ið serliga hevur arbeitt við at fáa hetta málið fyri rættin. Hann er sjálvur útbúgvin løgfrøðingur, og hevur frá fyrstu tíð ført fram, at niðurstøðan hjá táverandi Løgmálaráðnum ikki var hin rætta.

Hoyr samrøðu á FM1 við Tóra Højgaard eftir rættarfundin í dag

Á rættarfundinum týsdagin sat Tóri Højgaard saman við advokatinum hjá teimum fimm, Eyðbirni Larsen, og Eyðbjørn kallaði eisini Tóra í vitnisstólin, sum einasta vitni í málinum, fyri at greiða frá, hvussu hann sum býráðslimur hevur uppliva hetta við at fáa kommunuvalið ógildað, og hvussu henda avgerðin hevur og fer at órógva kommunala arbeiðið.

Júst atlitið til at arbeiðið í Runavíkar býráð verður órógvað tók dómarin sum ein av grundgevingunum fyri at geva málinum støðgandi virknað, sum merkir at umvalið týsdagin hervið er avlýst.

Les dómin her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder