Tað eru gjørdir so mikið nógv fyrisitingarlig mistøk í viðgerðini av hesum málinum, at tað átti at verið nóg mikið til at útseta avgerðina hjá Løgmálaráðnum at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu í november fyrraárið og hava nýval komandi týsdag.
Tað halda teir fimm limirnir í Runavíkar býráð, sum hava stevnt Fíggjarmálaráðnum við kravi um at ógilda avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum.
Teir fimm býráðslimirnir eru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest.
Tað er Fíggjarmálaráðið, sum er stevnt, tí hetta ráðið nú hevur kommunumál undir sær eftir at táverandi Løgmálaráðið varð niðurlagt 1. desember.
Støðgandi virkna
Tey fimm vóru øll til staðar til rættarfundin í dag, men tað var Tóri Højgaard, ið sjálvur er útbúgvin løgfrøðingur, sum sat saman við advokatinum Eyðbirni Larsen, og eisini var avhoyrdur sum vitni á rættarfundinum, sum byrjaði kl. 09.15 í morgun.
Sjálvt kravið um ógilding av avgerðini hjá Løgmálaráðnum var ikki á skrá í dag, hóast grundgevingarnar vóru nógvar fyri hesum. Tað, sum dómarin skal taka avgerð um, her bert fimm yrkadagar eftir at stevningin varð innlatin tollaksmessudag, var, um stevning kann fáa støðgandi virkna fyri sjálvt valið, eins og býráðslimirnir ynskja.
Ynskti hurðarnar aftur
Fundurin byrjaði annars við eini umbøn frá advokatinum hjá Fíggjarmálaráðnum, Jónasi Þór Næs, um at halda ein part av fundinum fyri afturlætnum hurðum.
Hetta tí at tvey skjøl, ið hann hevur lagt fyri rættin vóru frá løgregluni, og vóru latin Løgmálaráðnum í trúnaði.
Fyri ikki at órógva komandi revsirættarmálið, ynskti advokaturin, at hesi skjøl vórðu løgd fram fyri afturlatnum hurðum.
Hetta eru tvey skjøl við próvtilfari, sum løgreglan er komin fram til. Nevniliga kanningarnar, sum danskir serfrøðingar hava gjørt av atkvøðuseðlinum, sum alt snýr seg um, nevniliga seðlinum, ið valnevndin ógildaði, tí tað var meira enn ein krossur á seðlinum.
Tveir krossar og ein prikkur
Og tað er júst hesin seðilin, sum er høvuðsmál í revsirættarmálinum, har ákæruvaldið hevur reist móti einum limi í valstýrinum í Oyndarfirði, sum er ákærdur fyri at hava framt valsvik við møguliga at hava broytt ein atkvøðuseðil.
Í dag fekk almenningurin og eisini býráðslimirnir í Runavík innlit í tað kanningararbeiði, sum danskir serfrøðingar hava gjørt av atkvøðuseðlinum, sum varð taldur við undir uppteljingini í Oyndarfirði, men vrakaður undir fínteljingini hjá valnevndini dagin eftir.
Tí at her var meira enn ein krossur á atkvøðuseðlinum. Út fyri einum av nøvnunum (valevninum, sum fyrst varð valdur, so misti sessin aftur við lutakasti og síðan hevur kært valið og eftirfylgjandi avgerðir í kommununi, -red.) var settur ein krossur og ein lítil prikkur.
Men dagin eftir verður ansað eftir, at tað er ein annar krossur á hesum seðlinum – út fyri listanum.
Illgrunin snýr seg um, hvørt hesin seinni krossurin møguliga er komin á atkvøðuseðilin seinni. Tað er tað, sum revsirættarmálið snýr seg um.
Prógvar ikki at svik er farið fram
Men tað, sum kom fram í rættinum í dag er, at løgreglan ikki kann prógvað, at tað eru tveir ymiskir persónar, sum hava skrivað krossarnar.
Atkvøðuseðilin er kannaður av donskum serfrøðingum, sum hava staðfest, at krossarnir ikki eru skrivaðir á sama hátt. Men har verður eisini sagt, at grundarlag er ikki fyri at staðfesta, at krossarnir eru skrivaðir av ymsum persónum.
Hetta var eisini brúkt á rættarfundinum í dag. Tí um løgreglan ikki hevur prógv fyri, at krossarnir eru skrivaðir av ymsum persónum, so eru sannlíkindini eisini vorðin størri fyri, at valstýrislimurin verður fríkendur, tá málið kemur fyri í rættinum.
Revsimálið kemur fyri síðst í februar
Og á rættarfundinum í dag kom eisini fram, at revsirættarmálið móti valstýrisliminum er sett á skrá at koma fyri longu síðst í næsta mánaði, 26. og 27. februar.
Tað meta býráðslimirnir verða enn ein grundgeving fyri at úrseta ætlaða valið týsdagin.
Tí tá ákæruvaldið kann bíða meira enn eitt ár við at koma við síni niðurstøðu, sum bygdi upp á, at viðkomandi valstýrislimur nú varð vorðin ákærdur í staðin fyri skuldsettur, so kann eins væl bíðast til málið hevur verið viðgjørt í rættinum, og greiða er fingin á um viðkomandi verður dømdur ella fríkendur fyri valsvik.
Verið ógildaður kortini?
Ikki tí – skuldi valsvik verið framt, so hevur hetta, sambært saksøkjarunum, onga ávirkan á úrslitið av valinum í 2024, tí viðkomandi atkvøðuseði eftir røttum kortini skuldi verið ógildaður.
Har var jú ein prikkur út fyri tann eina krossin – tann upprunaliga?, møguliga – og so hevði atkvøðuseðilin kortini verið ógildaður í fínteljingini, vísti Eyðbjørn Larsen, advokaturin hjá býráðslimunum á.
Mótparturin mótmælir
Advokaturin hjá Fíggjarmálaráðnum, Jónas Þór Næs mælti í móti støðgandi virknaði. Tí eftir kommunulógini skal umvalið haldast “skjótast gjørligt” eftir at avgerð er tikin um at ógilda upprunaliga valið.
Advokaturin vísti eisini aftur tí, sum mótparturin førdi fram, at tað er úti av proportión, at ein einstøk atkvøða skal fáa so ógvusliga avleiðing, at allir 2.684 veljararnir skulu kallast til val aftur. Tí henda atkvøðan fekk ávirkan á samansetingina av býráðnum.
81-3 í Oyndarfirði
Valevnið, sum misti eina atkvøðu í Oyndarfirði, og sum misti býráðssessin, ið stóð honum í boði á valfundinum, er Jonhard Danielsen.
Á valdegnum vórðu 92 borgarar á vali í Oyndarfirði. Jonhard Danielsen fekk 3 atkvøður og lokala valevnið, Jóhan Vest fekk 81. Tá allar atkvøðurnar í kommununi vórðu taldar saman, fekk Jonhard Danielsen 102 atkvøður og Jóhan Vest 101.
Á fínteljingini misti Jonhard ta einu atkvøðuna, og so stóð á jøvnum, so avgerast skuldi við lutakasti hvør teirra kom í býráðið, tí tað her var talan um tann áttanda og síðst valda á lista A – listanum har sitandi borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, varð afturvaldur.
Jóhan Vest vann hetta lutakastið, og varð sostatt valdur í býráðið.
Tvey lutakast
Hetta var ikki tað einasta lutakastið, sum valnevndin í Runavíkar kommunu gjørdi henda dagin.
Tí á lista C, sum fekk ein valdan, var eisini lutakast millum nummar tvey og trý á listanum, fyri at gera av, hvør skuldi traðka til, um so var, at tann valdi, Petur Hansen, fær forfall.
Ta atkvøðuna vann Búi Egilsson á Marini Petersen, sum stóðu á jøvnum, hóast Marin hevði eina atkvøðu meira á sjálvum valkvøldinum.
Avgerð fellur fríggjadagin
Dómari í rættarmálinum í dag var Peter Flügge, sum ikki hevur havt nógvar dagar at seta seg inn í málið og øll skjølini, sum liggja til grund fyri krøvunum.
Hann valdi tí at bíða í nakrar dagar at koma við sínum endaliga dómi, sum altso einans viðvíkur um sakarmálið skal hava støðgandi virkna á valið, ið annars er lýst at vera komandi týsdag.
Dómarin kemur við sínum úrskurði fríggjadagin klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald