Fitt av bilum var á Skálatrøð í kvøld, har tað á fyrsta sinni var skipað fyri Drive In biografi. Fyrr í dag varð stórur skíggi settur upp, og nú klokkan 22 byrjaði filmurin um Elton John, Rocketman.
Ljóðið kemur umvegis FM-samband, sum radio í bilinum fær. Tað mundu vera upp ímóti 50 bilum á Skálatrøð í kvøld.
Drive-in biografur hevur seinasta árið eisini verið í Søldarfirði, men hetta er fyrstu ferð, at hetta verður roynt í Havn.
Atgongumerki fyri ein bil kostar 300 krónur, og tað er Havnar Bio, sum saman við AVlux Føroyar og Ljóð-tøkni skipa fyri tiltakinum. Í annaðkvøld og sunnukvøldið verða filmar vístir eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald