Innanlands

Myndir: Ein leiðari verður valdur

Aksel V. Johannesen fekk fyrrapartin samráðingarrættin at skipa nýggja samgongu. Øll uttan eitt forfólk vístu á javnaðarformannin sum samráðingarleiðara

Aksel V. Johannesen kemur her av fundi við løgtingsformannin um hálvgun tólv tíðina. Hann hevur fingið at vita, at hann hevur fingið samráðingarrætin at skipa samgongu (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen kemur her av fundi við løgtingsformannin um hálvgun tólv tíðina. Hann hevur fingið at vita, at hann hevur fingið samráðingarrætin at skipa samgongu (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 14:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv virksemi í løgtinginum og á skrivstovuni hjá løgtingsformanninum, Jógvani á Lakjuni, í morgun.

Fyrstur klokkan 9 var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og varð loystur úr starvi.

Klokkan hálvgun tíggju fór formansumfarið í gongd, og forfólkini skuldu vísa á ein samráðingarleiðara hvør.

Eitt og eitt forfólk komu upp gjøgnum trappurnar á aðru hædd í løgtinginum og gjøgnum gongina uttanfyri skrivstovuna hjá løgtingsformanninum, har miðlarnir eisini hildu til.

Allir uttan ein vístu á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum samráðingarleiðara.

Sí myndir frá fyrrapartinum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder