
Nógv virksemi í løgtinginum og á skrivstovuni hjá løgtingsformanninum, Jógvani á Lakjuni, í morgun.
Fyrstur klokkan 9 var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og varð loystur úr starvi.
Klokkan hálvgun tíggju fór formansumfarið í gongd, og forfólkini skuldu vísa á ein samráðingarleiðara hvør.
Eitt og eitt forfólk komu upp gjøgnum trappurnar á aðru hædd í løgtinginum og gjøgnum gongina uttanfyri skrivstovuna hjá løgtingsformanninum, har miðlarnir eisini hildu til.
Allir uttan ein vístu á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum samráðingarleiðara.
Sí myndir frá fyrrapartinum:
-
Bárður á Steig Nielsen heitti leygardagin á løgtingsformannin um at loysa seg úr embætinum. Formliga varð tað gjørt í morgun klokkan 9 (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Jógvan á Lakjuni, sum ikki stillaði upp til hetta valið, er løgtingsformaður til nývalda tingið er sett (Mynd: Sverri Egholm)
-
Fyrstur av flokkunum í formansumfarinum er Aksel V. Johannesen sum við sínum níggju tinglimum í Javnaðarflokkinum er størstur á tingi. Hann kundi greiða miðlunum frá, at hann hevði víst á seg sjálvan sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)
-
Næstur í røðini er Bárður á Steig Nielsen, sum nú aftur skal inn á skrivstovuna hjá løgtingsformanninum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Vit hava víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, segði Bárður á Steig Nielsen aftaná stutta fundin við løgtingsformannin (Mynd: Sverri Egholm)
-
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum var tann triði í røðini (Mynd: Sverri Egholm)
-
Hann vildi ikki avdúka, hvønn Fólkaflokkurin vísti á sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)
-
Høgni Hoydal vil fegin í samgongu við Javnaðarflokkinum og Framsókn, og vísti á Aksel (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, tekur ímóti (Mynd: Sverri Egholm)
-
Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, skimast eftir hvar næsta forfólki blívur av (Mynd: Sverri Egholm)
-
Framsókn vísti eisini á Aksel sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ruth Vang og Framsókn eru komin í eina lyklastøðu við sínum trimum tinglimum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Tinglimirnir hjá Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana, taka sær av løttum áðrenn fundin við løgtingsformannin (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni (Mynd: Sverri Egholm)
-
Miðflokkurin vísti á Aksel V. Johannesen, upplýsti Jenis av Rana fyri miðlunum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen kemur her av fundi við løgtingsformannin um hálvgun tólv tíðina. Hann hevur fingið at vita, at hann hevur fingið samráðingarrætin at skipa samgongu (Mynd: Sverri Egholm)
-
Miðlaáhugin var stórur (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen fer at práta við Tjóðveldi fyrst, men nógv bendir á, at Sambandsflokkurin kemur upp í samráðingarnar (Mynd: Sverri Egholm)
-
Samráðingar eru farnar í gongd, og næstu dagnar verður helst ljós í løgtinginum frá morgni til langt út á kvøldarnar (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ein av seinastu uppgávunum hjá Jógvani á Lakjuni sum løgtingsformanni var, at skipa fyri formansumfari í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald