Innanlands

Myndir: Hátíðarhildu 50 ár við Velbastaðvegin

Dagstovnurin við Velbastaðvegin hevur 50 ár á bakið, og tað varð hátíðarhildið við móttøku í dag

(Mynd: Jens Kr. Vang / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Jens Kr. Vang / Tórshavnar kommuna)

2023-09-23 18:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ordans føðingardagur við Velbastaðvegin í dag. Foreldur og børn marsjeraðu frá gamla spinnaríum (Eikini) og niðan í barnagarðin, har móttøka var við uppdekningi. Mona Mohr, leiðari, helt røðu og greiddi frá stovninum, um bygging, um umstøður, børnini og starvsfólkini og um framtíðina. Men so vóru fleiri stórir starvsdagar eisini.

Og tað var fallið Heðini Mortensen, borgarstjóra, í lut at heiðra øll tey, ið høvdu starvsdagar í dag. Og tað var heldur ikki smávegis.

Heðin greiddi frá, at tá hesin stovnurin varð bygdur var hann spildurnýggjur í býráðnum, og ein av hansara fyrstu stóru uppgávum var at vera formaður í bygginevndini fyri stovnin, sum tá var ein sjálvsognarstovnur.

- Tað var tí ein stórur dagur, tá vøggustovan lat upp hálvan august í 1973. Tað eru 50 ár síðan, og eg eri her enn. Men eg eri ikki einsamallur um tað, tað eru eisini tvey onnur fólk, sum hava verið við allan samlan vegin, og tey verða eisini nevnd her í dag.

- Tað hevði eisini verið stuttligt at fingið talt upp, hvussu nógv børn hava verið her á stovninum við Velbastaðvegin hesi 50 árini. Tey munnu vera fleiri túsund. Hetta er eisini ein av teimum størstu stovnunum í býnum, og altíð hevur hann verið væl umtóktur bæði millum børn og foreldur.

- Eisini starvsfólkini hava trivist væl á stovninum, sum hátíðarhaldið í dag eisini ber boð um, segði borgarstjórin, áðrenn farið varð at heiðra starvsfólk fyri drúgvu starvstíð teirra á stovninum, og tey eru ikki so fá.

Síðan nevndi borgarstjórin starvsdagarnar:

Jóna Poulsen hevur starvast í køkinum í 17 ár.

Marie Ravn Sørensen hevur starvast á stovninum frá 1. august í 2009, tað vil siga samanlagt í 14 ár.

Randi Sofie á Heygum Danielsen hevur starvast sum hjálparfólk á stovninum síðan 26. august 2009. Rokna vit eitt longt farloyvi frá, so hevur Randi verið er í tilsamans 14 ár.

Sørin Richardt hevur starvast á stovninum í tilsamans 11 ár.

Ingibjørg Heindriksdóttir starvaðist frá 01.august í 1989 til á ólavsøku í 1996, kom so aftur í mars 2004 og er her framvegis. Tað vil siga, at hon hevur verið her millum 26 og 27 ár.

Fía S Eyðunsson. Fía hevur starvast í vøggustovuni Bláustovu síðan 29. Januar í 1991, t.v.s. samanlagt í 32 ár.

Poulina Olsen hevur eisini starvast í barnagarðinum sum hjálparfólk frá at hann lat upp í 1973. Einaferð fyrst í hálsfemsunum fór hon í tríggja mánaða barnsburðarfarloyvi, og síðan fór hon at starvast sum reingerð á stovninum og seinni sum vikarur.

Judith Eysturoy var við heilt frá byrjan av og starvaðist longu her, tá stovnurin lat upp í 1973 og hevur starvast og verið knýtt at stovninum øll árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder