
Kongshjúnini komu, saman við yngru prinsessuni, í land á Bursatanga klokkan tíggju.
Har spældi Havnar Hornorkestur, og heilt fitt av fólki stóð fyri teimum. Soleiðis var eisini á trappuni í Vágsbotni nakrar tímar, har Elsa Berg flutti fram røðu um Havnina, og Silvitni sang vakurt tvær ferðir.
Tá komu nakrir dropar niður. Annars hevur veðrið verið fint til kongaliga vitjan í høvuðsstaðnum, hóast tað ikki hevur verið serliga lýtt.
Sí eisini: Kongshjúnuni hava heilsað uppá høg sum lág
Sí eisini: Lisa, Celina og Frida hava handað blómur í dag
Fríðrikur kongur og Mary drotning hava eisini vitjað í Tinganesi, í Løgtinginum og við Tjarnir. Har hava tey heilsa uppá millum annað landsstýrisfólk og landsliðsspælarar í hondbólti.
Seinnapartin var kongur ein túr inni á URD í Hoyvík, meðan drotningin var í Glyvra skúla - í sambandi við "Mary Fonden". Josefina prinsessa tók sær av løttum, og seinastu løtuna hava tey kongaligu løtt til kvøldsins veitsludøgura.
Tað vera umleið 190 gestir til hátíðarligu løtuna á Hotel Føroyum, sum Aksel V. Johannesen er vertur fyri. Løgmaður hevur verið við allan dagin.
Sí myndir frá degnum niðanfyri - Fylg við okkara beinleiðis bloggi, sum koyrir allan dagin, HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald